Búmerkið hjá felagnum

Brunnurin.

Brunninum á Gráasteini, har pláss er fyri uml. 30 bilum umframt motorsúklum.

Bert limir í Ellisakførum hava rætt til parkeringspláss í brunninum, um pláss er.

Reglugerð

Grein 1

Endamálið við hesi reglugerð er, at bil- og motorsúkklueigarar (hereftir eigari), sum eru limir í áhugafelagnum Føroya Ellisakfør, kann hava møguleika at leiga sær eitt parkeringspláss til sítt ellisakfar í Gamla vatnbrunninum á Gráasteini. (hereftir Brunninum)

Akfarið skal verða alment skrásett sum ellisakfar, fyri at tilluta eitt parkeringspláss, um pláss er tøkt.

Postadressan hjá Brunninum er: ”Føroya Ellisakfør” Yviri við Strond 22, 100  Tórshavn.

Grein 2

Nevndin í Føroya Ellisakfør hevur avgerðarrættin, í øllum ivamálum viðvíkjandi Brunninum. Nevndin hevur ábyrgdina av rakstrinum av Brunninum.

Grein 3

Nevndin hevur heimild at únevna umsjónarfólk, sum átekur sær at hava regluligt eftirlit við Brunninum. Umsjónarfólk hava tilvísing til formannin í felagnum.

Grein 4

Fyri at fáa loyvi at hava akfar í Brunninum, skal gildugur limaskapur hava verið í felagnum, í minst eitt ár frammanundan.

Skrivlig umsókn skal sendast til Føroya Ellisakfør umvegis bræv ella teldupost. Møgulig uppsøgn av plássi skal vera skrivlig.

Um tøkt pláss er og upptøkutreytirnar eru fylgdar, kann limur fáa tilluta pláss til sítt akfar í Brunninum. Eigari skal verða fastbúgvandi í Føroyum.

 

Grein 5

Ongin limur hevur framíhjárætt at fáa pláss til akfar í Brunninum.

Grein 6 

Einans akfør, sum kunnu koyra og hava lógliga ábyrgdartrygging, kunnu fáa ávíst pláss í Brunninum. Eigari kann bert fáa tillutað eitt pláss í Brunninum. 

Einans limir, sum eru fastbúgvandi í Føroyum, hava loyvi at hava akfar í Brunninum.

Grein 7

Pkt. 1   Gjaldast skal frá byrjan, eitt ár forút í gjaldsskipan felagsins. Og árligt fastgjald skal verða stovna, áðrenn akfar kann setast inn í brunnin.

Pkt. 3 Um limur ikki hevur goldið Brunngjald áðrenn árligu gjaldsfreistina, skal eigarin fráboðast skrivliga, við freist á 10 yrkadagar, um at fáa viðurskiftini í rættlag.

Pkt. 4 

Um freistin í pkt. 3 ikki verður yvirhildin, er nevndini heimilað at koyra akfarið út úr brunninum, og lata øðrum umsøkjara plássið. Felagið kann undir ongum umstøðum, koma undir endurskyldsskyldu av slíkum stigi.

Grein 8

Pláss sum eigari fær tillutað, er persónligt og kann bara brúkast til lógliga skrásett ellisakfør hjá eigara. Eigari ger sjálvur av, hvat akfar hann velur at hava á egnum plássi í Brunninum.

Sjónligt frámerki skal verða á akfarinum, sum vísir hvør eigarin er, og telefonnummar hjá eigara, skal verða upplýst á sama frámerki.

Eigari kann ikki lata øðrum sítt pláss til láns, uttan at nevndin hevur góðkent hetta frammanundan.

Grein 9

Brunnurin er bert til goymslu av akførum hjá limum. Ikki er loyvt at hava útgerð tilsetta í brunninum, so sum battaríløðarar, avfuktarar og tílíkt.

Umvælingar á akførini inni í brunninum, er strangliga bannað.

Grein 10

Portrið og úthurðin í Brunninum skal altíð verða aftur og læst og má einans verða brúkt, tá akfør skulu inn ella út.

Grein 11

Ikki er loyvt at goyma akfør ella aðrar lutir á økinum uttanfyri Brunnin.

Grein 12

Føroya Ellisakfar átekur sær onga ábyrgd – hvussu so verður – hvørki peningaliga ella á annan hátt, fyri skaddar lutir á akførini.

Grein 13

Um limur missir sítt Brunnpláss vegna vantandi inngjald ella brot á reglugerð, kann viðkomandi søkja um at sleppa inn aftur, men undir somu treytum sum nýggir limir og endar sostatt aftast á bíðilistanum.

Grein 14

Um limur ger skaða á bygningin, bygningslutir ella á onnur ellisakfør sum eru í Brunninum, skal boðast frá til umsjónarfólk Brunnsins, ella formann felagsins beinanvegin.

 

Soleiðis samtykt av nevndini 16. mars 2026, vísandi til §12 í viðtøkum felagsins

Kostnaðir

Flokkur 1 – bilur við longd upp til 4,9 m, árligt gjald 4.800 kr

Flokkur 2 – bilur longri enn 4,9 m, árligt gjald 6.000 kr*)

Motorsúkklur - eldri enn 25 ár, árligt gjald 2.400 kr**)

Motorsúkklur yngri enn 25 ár, árligt gjald 3.600 kr

Til ber, at stovna sjálvvirkarndi gjaldingar gjøgnum heimasíðu felagsins, við at trýsta á knappin ”Gerstlimur” sum er í ovara høgra horni á forsíðuni. 

Man brúkar "Samleikan" at logga seg á. 

*) Einans pláss til 5 bilar longri 4,9 m

**) Motorsúkklur eldri enn 25 ár hava framíhjárætt

Inni í Brunninum

Tilgongdin at fáa viðurskiftini í Brunninum til tað, sum tey eru í dag, hevur verið drúgv og umrødd á fleiri aðal- og  nevndarfundum. Men seint í 2022 varð so komi á mál.

Við góðari hjálp frá limum, var fari undir at rudda og vaska veggir og gólv. Gólvið er smurt við betongbindara og eisini eru básar málaðir. Nú hevur hvør bilur sítt pláss. Nevndin var á einum máli um, at atgongumøguleikarnir til brunnin skuldi verða so tryggir sum gjørligt og samtykt var, at fáa eina elektroniska lásaskipan sett í hurðina. Hetta hevur virka væl higartil.