Búmerkið hjá felagnum
07. apr. 2025

Toyota Mark II hjá Peturi Højgaard.

Petur Højgaard á Toftum eigur ein Toyota Mark II Hardtop við 6-sylindarum og 2600 cc, ið er ein serligur bilur, sum varð bílagdur beinleiðis úr Japan í 1975. Hesin Mark II var ikki vanlig søluvøra í Danmark

Tað var Bogi Rasmussen í Runavík, sum hevði bílagt bilin, sum kom til Føroyar fyrst í 1976. Talan var um ein flottan og væl útgjørdan bil í mun til hinar Mark II, sum vóru í Føroyum tá.  

Av tí at hann hevur so stóran motor, eru t.d. forskermarnir og motorhjálmurin eitt sindur longri enn á teimum vanligu Mark II. Motorurin hevur 150 hk.

Bogi Rasmussen átti bilin í eini 4 ár. Hann lakkeraði bilin svartan, stutt áðrenn hann seldi hann til Hans Berg Hammer í Klaksvík í 1980.

Petur Højgaard keypti bilin í 1985, og stóð hann sundurtikin umleið 25 ár. Hann fór síðan í gongd við at restaurera hann heilt frá grundini, og er hann í sera góðum standi.

Hann bleiv skrásettur í august 2011 við upprunaligu nummarplátunum: Fø 57.950. Tá bilurin var nýggjur, setti Bogi Rasmussen nummarpláturnar á bilin, og tað slapp hann aftur at gera í 2011.

Petur Højgaard hevur altíð havt stóran áhuga fyri bilum. Hann lærdi til bilmekanikara hjá Berg Motors. Hann hevur átt nógvar Toyota bilar, sum hann hevur sett í stand og selt. Hann sigur, at hann hevur átt umleið 25 Toyota Mark II. Hann og synirnar eiga fleiri gamlar Toyota og Lexus bilar. Petur  er limur í Føroya Ellisakførum

Toyota í Føroyum

Søgan um Toyota í Føroyum byrjar í 1963, tá fyrsti Toyota Stout kom til Rósing Rasmussen í Runavík, sum var Toyota umboð í Føroyum.  Í 1964 komu Toyota Crown og Toyota Corona. Í 1966 kom fyrsti Toyota Corolla.

Fyrstu Toyota í Evropa komu fyrst til Danmarkar. Hetta var í 1963, og komu teir til Føroyar sama ár. Sølan gekk so væl, at í mai 1976 kom Toyota nummar 1.000 til Føroyar. Hetta var ein Toyota Crown 2600 Super Saloon.

Toyota Mark II vóru framleiddir í ymiskum útgávum frá 1968 til 1976, tá teir vórðu avloystir av Toyota Cressida. Í 1980 yvirtók Reyni Service umboðið fyri Toyota í Føroyum.

Fleiri myndir.