Ford Taunus 1600 GT frá 1971.
Marjun og Jákup Frants Larsen í Fuglafirði eiga fleiri ellisakfør. Ein av hesum bilum er hesin Ford Taunus 1600 GT frá 1971.
Tað var pápi Marjun, Erling Mortensen, fyrrverandi lærari í Oyndarfirði, sum keypti bilin frá P/F Wenzel Petersen tann 7. juli 1971. Hann varð skrásettur við nummarplátuni Fø 51.108.
Ætlan hansara var at fáa ein vanligan Taunus 1600, men tá bilurin kom, var hann ein serlig GT útgáva við m.a. størri motori enn í vanligu Taunus 1600.
Erling hevði síðan 1966 havt skúlabarnakoyringina av Hellunum til Oyndarfjarðar og tá gamli bilurin, ein Austin 1100, var vorðin ov lítil og ótíðarhóskandi, keypti hann sær hendan nýggja Fordin til hesa koyring.
Myndugleikarnir góðtóku ikki skúlabarnaflutning við privat skrásettum bili, tí varð bilurin umskrásettur til hýruvogn við nummarinum Fø 7.629.
Erling gavst við skúlabarnaflutningi í juni 1973, og tá var bilurin umskrásettur til privatbil við nummarplatunum Fø 53.696, sum eru tær pláturnar, bilurin hevur enn í dag.
Bilurin varð síðan bert nýttur til privatkoyring. Koyringin seinnu árini var mest millum Oyndarfjørð og Fuglafjørð. Annars vóru nakrir túrar til Havnar um bilurin t.d. skuldi til eftirlit hjá Wenzel Petersen.
Orsøkin til at bilurin varð keyptur frá Wenzel Petersen var helst tann at teir báðir Hans og Heðin Mortensen, bróðursynir Erlings, arbeiddu har, og hevði hann alt sítt lív tætt samband við teir.
Í 1989 var bilurin vorðin í so vánaligum standi, at hann neyvan slapp gjøgnum sýn. Erling hevði bestan hug at skrotta bilin, men avtalað varð gjørd við Hans Mortensen hjá Wenzel Petersen, og bilurin var settur á verkstaðin við Oyggjarvegin í januar 1990. Seinast í juni sama ár var hann liðugt umvældur. Bilurin varð sýnaður og góðtikin uttan nakra viðmerking.
Eftir tað brúkti Erling ikki bilin nógv. Tá hann doyði 3. mars 1994 yvirtóku Marjun og Jákup Frants bilin. Hetta var ein avtala, sum var gjørd í sambandi við umvælingina av bilinum fýra ár frammanundan.
Annars er ymiskt gjørt við bilin sum t.d. at svarta venyltakið er gjørt av nýggjum og motorurin høvuðsumvældur. Stereoannleggið í bilinum er frá 1973 og er enn í fínasta standi.
Jákup Frants sigur, at hann er av tí áskoðan, at ein bilur sum hevur koyrt í landinun síðan fyrstu skáseting hevur eina søgu í sær sjálvum. Ætlan okkara er, at bilurin sum er yvir hálva øld gamal verður varðveittur so leingi sum møguligt. Synir okkara eru eisini góðir við bilin hjá abbanum.
Marjun og Jákup Frants hava eisini onnur ellisakfør: Volvo Amazon, Jaguar XJ og Triump Spitfire. Tey eru limir í Fuglafjarðar Ellisakfør, har Marjun er formaður í felagnum.
Kelda: Sosialurin