Búmerkið hjá felagnum
14. jan. 2026

Broytingar í gjøldunum í Brunninum.

Nevndarsamtykt

Nevndin í Ellisakførum, hevur á nevndarfundi tann 2. januar 2026 samtykt, at dagføra gjøldini fyri bilar og motorsúkklur, sum er parkeraði í brunninum á Gráasteini.

Gjøldini sum hava verið galdandi, vóru ásett í 1992!

Gomlu gjøldini, samsvara á ongan hátt við tær útreiðslur, sum felagið hevur av at reka brunnin.

Størstu útreiðslurnar sum felagið hevur av Brunninum, fara til elrokningar. Og peningur er ikki til betringar og tiltrongdar ábøtur, sum eisini skulu til.

Tí er avgerð tikin um, at gera neyðugar broytingar í gjøldunum, fáa raksturin í rættlag, og samstundis fáa møguleika at gera tiltrongdar betringar í hølunum.

Av tí at avmarka pláss er í hølunum - serliga til teir størru bilar størru bilarnar - hevur nevndin gjørt av, at bilar sum eru longri enn 4,9 m gjalda 50% meira í árligum gjaldi, enn styttru bilarnir. 

Broyttu gjøldini

Samtykt er at gera hesar broytingar í árligu gjøldunum, galdandi frá 1. januar 2026:

Flokkur 1 – bilur við longd upp til 4,9 m, árligt gjald 4.800 kr

Flokkur 2 – bilur longri enn 4,9 m, árligt gjald 6.000 kr

Motorsúkklur - eldri enn 25 ár, árligt gjald 2.400 kr

Motorsúkklur yngri enn 25 ár, árligt gjald 3.600 kr

Til ber, at stovna sjálvvirkarndi gjaldingar gjøgnum heimasíðu felagsins, við at trýsta á knappin ”Gerstlimur” sum er í ovara høgra horni á forsíðuni. 

Man brúkar "Samleikan" at logga seg á.