Búmerkið hjá felagnum
17. mar. 2026

Aðalfundur 14. mars 2026.

Árligi aðalfundurin hjá Føroya Ellisakfør varð hildin í hølunum Yviri við Strond 14/03-2026.

Í formansfrágreiðing sínari greiddi formaðurin frá, at felagið hevði haft eitt miðal gott ár. Felagið er enn sera aktivt, við ymiskum tiltøkum og einum jøvnun talið av limum, og á hvørjum ári leggjast nýggj akfør til flotan.

Aðalfundurin mintist Sonna Smith sála, sum varð heiðurslimur í felagnum og andaðist í farna ári.

Til ber at lesa meira um felagið og tiltøk á heimasíðu felagsins www.ellisakfør.fo.

Eftir aðalfundin hevur nýggja nevndin skipað seg soleiðis:

Formaður: Hilbert Elisson

Næstformaður: Birgir Johannesen

Kassameistari: Jóan Pauli Jespersen

Skrivari: Ragnar Joensen

Nevndarlimur: Sofus Gilsstein

Tiltakslimir: Oddmar Kruse og Martin Heinesen

 

Mynd: Frá vinstru: Oddmar Kruse, Birgir Johannesen, Hilbert Elisson, Sofus Gilsstein og Jóan Pauli Jespersen. Ragnar Joensen og Martin Heinesen vóru burturstæddir.